Túrurin Jólaaftansdag 2024

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Jólaaftansdag var vælumtókti gongutúrurin á skránni. Luttakarnir hittust í Hólmahúsinum og gingið varð runt vatnið. Eftir túrin savnaðust øll aftur í Hólmahúsinum, har kaffi og okkurt søtt var at fáa. Umframt hetta, var eisini drigið um eitt gávukort frá INN.

Tað er týðiligt, at hesin afturvendandi túrurin hevur týdning fyri sosialu samveruna millum luttakararnar, og er hann vorðin ein fastur táttur hjá fleiri fólkum.

Myndasavn