
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember 2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.
Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir – at ráðgeva børnum og familjum teirra – at seta neyðugar fyriskipanir í verk – skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist Barnaverndarnevndina og Høvuðsbarnaverndarnevndina.
Les starvslýsingina her.