
Nýggj stuðulsskipan til borgaraátøk
Sum nakað nýtt fara vit í Eiðis kommunu at skipa fyri átakinum “Borgaraátøk”.
Talan er um eina stuðulsskipan, sum skal eggja borgarum ella grannaløgum at skipa fyri smærri verkætlanum, ið eru alment gagnligar.
Vit vóna at fáa fleiri spennandi umsóknir.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Eiðis kommunu á tel. 200400.
Reglugerðin kann lesast niðanfyri.
Reglugerð
Eiðis kommuna hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymsar smærri verkætlanir í Eiðis kommunu, sum eru alment gagnligar.
Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera :
· smærri gøtur
· grøn økir
· smærri trivnaðarøki
Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.
Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:
· vera alment gagnlig
· hava eina kostnaðarmeting
· hava eina tíðarætlan
· stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn
Trivnaðarnevndin avger, hvør fær stuðul.
Um upphæddin, játtað verður er hægri enn kr. 20.000, skal umsóknin viðgerast av fíggjarnevndini og bygdaráðnum.
Er talan um stuðulsumsókn, sum ikki kann verða latin eftir hesi reglugerð, kann trivnaðarnevndin velja at leggja umsóknina til aðra nevnd at viðgera ella at vísa umsóknina frá sær, við fráboðan um at hon fellur uttanfyri reglugerðina
Umsókn skal sendast til eidi@eidi.fo