
Gongur væl við vegarbeiðinum
9. apríl 2025
Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt miðvíst við, at fáa nýggja innkomuvegin til Eiðis kláran.
Lokala fyritøkan, Hans Egil Joensen & Synir standa fyri arbeiðnum og lokala felagið Kruse Lie eru leigaðir inn at hjálpa við arbeiðinum.
Arbeiðið gongur væl, og eftir ætlan verður vegurin liðugur í mai mánaði.