Sjálvgreiðsla
Sjálvgreiðslur og oyðubløð hjá Eiðis kommunu eru á Vanganum. Rita inn á Vangan niðanfyri.
Rita inn á Vangan, ella trýst á eitt av leinkjunum niðanfyri, fyri at sleppa beinleiðis inná viðkomandi sjálvgreiðsluna.
Bátapláss
Í løtuni eru eingi bátapláss tøk, men til ber at skriva seg á biðilista við at senda eina umsókn. Trýst her fyri at skrivað teg á bíðilista til bátapláss.
Boða kommununi frá
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða kommununi frá um ymiskt. Boða frá her.
Nøkur dømir um hvat tú kanst boða frá um:
- Hevur tú t.d. sæð rottu, kanst tú boða frá her, og frámerkja á kortinum hvar tú hevur sæð rottu. Eisini er møguligt at viðfesta eina mynd av staðnum.
- Er skaði á almennum vegi ella annað í samband við vegin. kanst tú boða frá her, og frámerkja á kortinum hvar skaðin er. Eisini er møguligt at viðfesta eina mynd av staðnum
- Hevur tú sæð skøru og ikki hevur møguleika at týna hana sjálv/ur kanst tú boða frá her, og viðmerkja á kortinum hvar plantan er. Eisini er møguligt at viðfesta eina mynd.
- Er ein lyktapelið ið ikki lýsir, so ber til at boða frá her, og frámerkja á kortinum hvar lyktapelin er
- Hetta eru bert nøkur dømi um hvat tú kanst boða frá um. Aðrar fráboðarnir eru eisini vælkomnar
Brenna bál
Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/ur yvir, at størri bál, sum til dømis nýggjársbál, krevur góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Leiðreglurnar fyri smærri bál og eldstøð eru hesar:
Bálið kann í mesta lagi vera 120 cm í tvørmáti
Bálið skal í minsta lagi vera tíggju metrar burtur frá tættasta húsi
Veðrið skal altíð vera til vildar. Vit mæla frá at kynda bál, um vindurin er omanfyri tíggju m/s.
Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, skal kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.
Bústaðarváttan
Hevur tú tørv á skalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti. Fylg hesi leinkjuni, trýst síðani á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Bústaðaryvirlit
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Fylg hesi leinkjuni, trýst síðani á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Byggiloyvi
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur.
Tá tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitekar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, tekningara ella onnur, sum byggivaldið heldur hevur nóg holla vitan og kunnleika.
Sethús
Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjálagdar hesar tekningar:
- Støðumynd, ikki minni enn 1:500.
- Planeringstekning, í minsta lagi 1:100.
- Mátsettar flatmyndir av húsunum, (kjallara-, stovu- og loftshædd) í minsta lag 1:100, við ávísing á rýmingarleiðir og bjargingarop.
- Málsettur tvørskurður, í minsta lagi 1:50, viðtilfarslýsing.
- Tekning av øllum útsíðum, í minsta lagi 1:100.
- Spillivatnsskipan 1:100.
Tøl fyri orkunýtslu sambært bygningskunngerð 2017 á hjálagda oyðublað.
Onnur bygging
Fyri aðra bygging, so sum hjall, úthús, bilhús, bilskýli og um- og útbygging skulu vera hjálagdar hesar tekningar:
- Støðumynd, ikki minni enn 1:500.
- Mátsettar flatmyndir av byggingini, í minsta lag 1:100.
- Málsettur tvørskurur, í minsta lagi 1:50, við tilfarslýsing.
- Tekning av øllum útsíðum, í minsta lagi 1:100.
- HitatapskarmurTá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Rýmingarleiðir og bjargingarop
Rýmingarleiðir og bjargingarop skulu lúka mát sambært galdandi lóggávu. Um bilhús verður bygt nærri marki enn 2,5 m ella nærri sethúsunum enn 1 m, skulu veggir og loft/tekja í minsta lagi verða úr BD60 byggiluti. Um bygging broytir upprunaligu spillivatnsviðurskiftini, skal nýggjur kloakkplanur sendast kommununi saman við umsóknini.
Trýst her fyri at søkja um byggiloyvi.
Dagstovnapláss
Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Eiðis kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Eiðis kommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á foreldur um at søkja um pláss í góðari tíð, fyri at tryggja sær pláss og geva kommununi betur møguleika at nøkta tørvin.
Avsláttur verður latin teimum foreldrum, ið hava tvey børn í dagstovni.
Skipanin er soleiðis, at:
- Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
- Fyri næsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
- Triðja barnið gongur ókeypis
Uppsøgn av dagstovnaplássi
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá.
Uppsagnarfreist
Uppsagnarfreistin er leypandi mánaður, plus ein mánað. Uppsøgnin er galdandi frá 1. (fyrsta) í mánaðinum.
frípláss
Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kann tú søkja kommununa um frípláss.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.
Flyta bústað
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Innanhýsis í Eiðis kommunu
- Til Eiðis kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
- Úr Eiðis kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland.
Nær kanst tú boða frá flyting?
Tú kanst boða frá flyting fýra vikur fyri, og í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú ert flutt/ur. Er tað meira enn 5 dagar síðan tú flutti, verður tú biðin um at geva eina frágreiðing um hetta í umsóknini. Boða frá flyting her.
Vel heimapart frá
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapartar til títt húski, so kanst tú søkja um tað her. Tú søkir um at koma av listanum, við at fylla hesa umsóknina út og senda hana til okkum. Tað krevur, at tú letur okkum navn, føðingardag, bústað og teldupost. Vel heimapart frá.
Umsókn til ítróttar- og mentanarendamál
Eiðis kommuna setur á hvørjum ári pening av til ítróttar- og mentanarstuðul.
Stuðulin er ætlaður at stuðla mentanar- og ítróttarligum tiltøkum og verkætlanum í Eiðis kommunu. Søk um stuðul.
- Stuðulin er í høvuðsheitum ætlaður at stuðla ítróttarligum og mentanarligum tiltøkum og verkætlanum í Eiðis kommunu.
- Fyrimun hava tiltøk ella verkætlanirnar, sum eru almannagagnlig, fjølbroytt og vísa nýhugsan á mentanarøkinum.
- Umsóknin skal innihalda fíggjarætlan.
- Felagsskapir, sum eru á fíggjarlóg landsins, fáa ikki stuðul frá Eiðis kommunu. Landsdekkandi felagsskapir fáa ikki stuðul frá Eiðis kommunu.
Stuðulspolitikkurin hjá Eiðis kommunu kann lesast við at trýsta her.
P-tals váttan
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Fylg hesi leinkjuni, trýst síðani á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur P-tals váttan.
Tiltak á kommunalum øki
Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.
Tín umsókn skal latast inn í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið eftir ætlan skal vera. Boða frá tiltakið.