Arbeiðið gongur væl

Vestanfyri skúlan er nógv virksemi í løtuni, nú sonn gongd er komin í arbeiðið við nýggju hølunum hjá Eiðis bóltfelag. Tað er lokala fyritøkan s/pf Hammersmíð, ið stendur fyri arbeiðinum.

Eiðis kommuna fegnast um, at sterkar lokalar kreftir taka slíkar stórar og týdningamiklar uppgávur á seg. Við nýggju húsunum kemur Eiðis bóltfelag at fáa munandi betri umstøður, samstundis sum goymsluhølið verður gjørt til høllina.

Regluligir byggifundir eru og byggingin gongur væl.


Arbeiðsmenn hjá Hammersmíð fáa sær ein kaffimunn.

Myndasavn