Skúli

1. - 7. flokk:

Eiðis skúli
Kolsvegur 8,  470 Eiði
Heimasíða: www.eidisskuli.dk  (Leigugjøld:   og Reglugerð:  )
Tel. 423 092
Fax 423 480
Fyrstilærari: Tom Joensen, fartel. 740 470


8. - 10. flokk:

Skúlin við Streymin
Skúlavegur 8, 400  Oyrarbakki
Heimasíða: www.svs.fo
Tel. 422 084
Fax 422 157
Skúlastjóri: Sonni Óli Djurhuus, fartel. 212 084
Varaskúlastjóri: Jens Pauli G. Nolsøe, fartel. 223 260


Skúlaviðurskifti í kommununi

1871
1. juni 1871 verður Grækaris Joensen (1835-1897) fyribils settur sum lærari á Eiði. Grækaris Joensen var fyrsti næmingur, ið tók læraraprógv í Føroyum, og fyrsti lærari við læraraprógvi, ið hevur fingið læraraembæti her. Foreldur hansara vóru Jógvan Joensen, óðalsbóndi, og Marin Malena, bæði av Eiði.

1877
16. juni 1877 verður Grækaris Joensen settur í føstum starvi sum lærari á Eiði.

1896
 Á fundi 24. juni 1896 fær kommunustýrið at vita, at statskassin hevur játtað 1400,- kr. "til hjælp ved opførelse af en skolebygning ved Nordskaale".

1897
Nils Østerø (1878-1902) verður settur sum lærari á Eiði. Hann var sonur Absalon Guttormsen, lærara og kongsbónda á Trøllanesi.

1901
Johannes Hans Petersen (1874-1930) verður settur sum fyribilslærari frá 1. juli 1901 til 30. september 1902. Hann var sonur Hans Peter Heinesen, bónda, og Elisabeth, fødd Olsen, í Svínoy.

1902 
Johannes Hans Petersen verður settur í føstum starvi á Eiði.

1913 
Norðskálakonan E.B. Hansen verður sett sum ólærd lærarinna í Sundalagnum.

1914 
Valborg Simonsen (1889-1967) verður sett sum lærarinna á Eiði. Hon var dóttir Johan Michal, kongsbónda, og Elisabeth Johannu Simunsen, Velbastað.

1915 
Theodor Dahl (1884-1920) verður settur sum fyrstilærari á Eiði. Hann var sonur Óla Hans Dahl úr Dali og Onnu, úr Funningi.

1915 
Í 1915 samtykkir kommunustýrið at byggja trimpul upp á skúlan, har lærarin skal hava sína íbúð. Niðriundir skulu tvær skúlastovur gerast. Umbyggingin verður í 1916 fyribils útsett orsakað av heimsbardaganum. Trimpul kom ongantíð á skúlan.

1921 
Pól í Jógvanstovu (1896-1933) verður settur sum fyrstilærari á Eiði. Hann var sonur Óla og Onnu Lísbittu í Jógvanstovu.

1921 
1. oktober 1921 samtykkir kommunustýrið at stovna eitt nýtt lærarastarv í Eiðis kommunu. Í nýggja starvið varð Maria Hansen úr Leynum sett. Hon kom at virka í skúlanum á Oyri og við Norðskála.

1931 
Skúlamøguleikarnir hjá børnunum við Ljósá vóru ikki góðir. Valborg Simonsen koma av og á suður, og onkur gekk eina tíð á Eiði og búði har norðuri. Men í 1931 kom ein ferðalæraraskipan, sum varð samtykt av kommunustýrinum 24. september 1931. Fyrsti lærarin, sum kom at virka eftir hesi skipan, var Jacob M. Kjeld (føddur í 1901). Hann var ferðalærari við Ljósá og á Langasandi.

1933 
Í 1933 verður skrivað í gerðabókina hjá kommunustýrinum, at skúlastjórnin hevur góðkent, at Anthon Ellingsgaard hevur undirvísing í navigatión í kvøldskúlanum á Eiði.

1934 
1. januar 1934 tók Andrias Thomsen (1900-, ættaður úr Norðragøtu, við sum fyrstilærari á Eiði.

1944 
Jóhan Kallsoy verður settur sum fyrstilærari á Eiði.

1957 
16. oktober 1957 stendur at lesa í gerðabókini: "Kommunustýrið hevur samtykt at fara undir at byggja nýggjan skúla, og eru tekningar til skúlan góðkendar og studningur játtaður".

1962 
Í 1962 samtykti kommunustýrið at leiga losjuna "Statt fast" við Ljósá til at hava skúla í, meðan nýggi skúlin var í gerð.

1963 
Í 1963 samtykti kommunustýrið at taka við einum tilboði frá Hans Háfjall í Klaksvík um at byggja skúlan fyri kr. 479.000,-.

1964 
Heini Nygaard verður settur sum fyrstilærari. Heini var føddur og uppvaksin í Fuglafirði. Mamma hansara var av Eiði, dóttir Heina Nygaard, keypmann.

1972 
Gamli skúlin á skúlavegnum varð lýstur til sølu í 1972. Eivind Ellingsgaard keypti hann og nýtti meginpartin av tilfarinum til sethús úti á Bø.

1973 
Eiðis kommuna hevði samtykt at vera við í byggingina av felagsskúla á Oyrarbakka.

1975 
Í 1975 varð umsókn send landsstýrinum og skúlastjórnini um at byggja upp í skúlan á Eiði.

1995 
1. august 1995 verður Símun Abrahamsen settur sum fyrstilærari á Eiði.

1998 
1. august 1998 verður Vagn Foldbo settur sum fyrstilærari á Eiði.

1999 
Á vetri 1999 varð spakin settur í jørðina til at útbyggja skúlan og byggja ítróttarhøll.

2004 
1. mai verður Tom Joensen settur sum fyrstilærari á Eiði.
 

Kelda: "Eiðis kommuna, 1894-1994"

 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5