Læknin

(
Læknahúsini á Eiði (myndatakari: Sigmar Mørkøre)


Telefon: 423 006
Bráfengishjálp gerandisdagar til kl. 16:00 ring tel.: 219 126
Telefax (Eiði): 423 534  Telefax (Norðskáli): 421 010

   mánadag  týsdag  mikudag  hósdag  fríggjadag
 Eiði    9-12     13-16   
 Norðskáli

 9-12 og

 13-16

 13-16

 9-12 og

 13-16

 9-12

 

 9-12 og

 13-16

 

Vaktarskipan 2017

 

Lækni:                    Vika               tíðarskeið: (báðir dagar íroknaðir)

 

Margit Højland           5 - 8                 30. januar - 26. februar

 

Dávið Michelsen         9 - 16              27. februar - 23. apríl                           

 

Jens Davidsen            17-20              24. apríl - 21. mai

 

Lars Søgaard Jensen  21 - 22           22. mai - 4. juni

 

Bjarni Wardum            23 - 26            5. juni - 2. juli


     
Blóðroyndir  við Norðskáli:
blóðroyndir kunnu takast kl. 10-15, tá ið læknaviðtala er við Norðskáli

 

Læknavaktin Telefon: 1870
Kl. 16.00-08.00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið, ber til at ringja til læknavaktina
Læknavaktin, Telefon: 1870, sjúka, sum ikki kann bíða, til egni lækni er at hitta.

Bráðfeingis læknahjálp, ring 112
Bráðfeingis læknahjálp fæst við at ringja á 112
 



Læknin, Knud Jacobsen, ið hevur verið lækni í Eiðis læknadømi í nógv ár, hevði grein í serriti hjá "Bibliotek for læger" í 2011 undir heitinum: "Fra lægeboligen i Ejde", nogle bemærkninger om R.K. Rasmussen virke som kliniker og forsker på Færøerne
Les sergrein -> 




Søguligt

1912
Gudmund Effersøe verður settur sum fyrsti lækni á Eiði

1916
Gudmund Effersøe fer úr starvinum sum lækni á Eiði

1920
Rasmus Kristen Rasmussen (1886-1961) verður settur sum lækni á Eiði. Hann hevði alla Norðureysturoynna og alla Norðurstreymoynna sum sítt læknadømi og mátti ganga upp um fjøll og verða settur yvir um fjørð, ofta í ringum líkindum. R.K. Rasmussen læt úr hondum bókina "Gomul føroysk heimaráð", sum kom út í 1958. Fyri útheimin varð bragd hansara og tað, sum gjørdi navn hansara kent starvsfelaga millum um heimin, at hann loftaði tí innskoti, hann fekk um uppruna nátasjúkunnar, og var førur fyri í víðagitnu ritgerð síni, at prógva hetta

1928
Eiðis heilsunevnd varð sett á stovn í 1928. R.K. Rasmussen, lækni, var formaður frá fyrsta degi og sat sum formaður øll árini til 1945, tá hann fór úr nevndini. Hinir, sum vóru í teirri fyrstu heilsunevndini, vóru Johan Poulsen í Djónastovu og Anthon Ellingsgaard, í Durhúsi

1952
Leif Dahl verður settur sum lækni á Eiði

1959
Marner Simonsen verður settur sum lækni á Eiði

1960
1. mai 1960 tók Petur Reinert við sum lækni og sat í hesum starvi til 1. desember 1986. Meðan Petur sat í lansstýrinum í 1975-1979, røkti Kaj Kallsberg læknastarvið. Frá 1981-1986 røktu Petur Reinert og Magnus á Stongum starvið í felag

1986
Magnus á Stongum verður settur sum kommunulækni í Eiðis læknadømi

2008
Magnus á Stongum fer úr starvinum sum lækni á Eiði

2009 -
Knud Jacobsen / Jens Davidsen v.fl. avloysa sum læknar á Eiði

(Kelda: "Eiðis kommuna, 1894-1994")


 

 
 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5