FØROYA REGATTA Á EIÐI 3. JULI


Mynd: Føroya Regatta á Facebook

Í ár samstarvar Eiðis kommuna við felagið Føroysk Træseglskip um árliga tiltakið Føroya Regatta, ið verður á bryggjuni á Eiði fríggjadagin 3. juli 2015.
Regattaflotin kemur á Eiði kl. 19 og siglt verður av Eiði aftur leygardagin 4. juli kl. 14, tá ið skipini fara víðari til Sørvágs. Í hesum sambandi skipar Eiðis kommunu fyri ymiskum tiltøkum á bryggjuni fríggjakvøldið. Eitt stórt tjald verður sett upp við bryggjukantin, har ið leskiligur matur og drekka fæst til keyps og ymisk tiltøk annars eru á skránni – millum annað felagssangur, føroyskur dansur, bryggjudansur og onkrar smáar stuttleikakappingar. 

Høvuðsendamálið við Føroya Regatta er kortini at sýna fram stásiligu skipini, ið hava umboðað føroysku skipasøguna og hava havt ein mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar. Eins og undanfarin ár fær almenningurin høvi at vitja umborð og fáa eina sansaliga uppliving av hesum siglandi føroyska mentanararvinum.

Eiðis kommuna bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin oman á bryggjuna á Eiði fríggjakvøldið 3. juli. Tiltakið er ókeypis.

Sí skránna fyri Føroya Regatta á Eiði fríggjadagin 3. juli 2015 her.
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5