Samstarvsavtala um upptøku av húsdjórum

                Jógvan í Skorini (tv.), Eiðis kommuna  og Heðin Zachariassen (th.), Sunda kommuna



Eiðis kommuna og Sunda kommuna hava gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysum hundum og øðrum djórum í kommununi.
Fráboðan um leysgangandi djór kunnu verða  givin til vaktleiðaranum á politistøðini í Tórshavn á tel. 35 14 48. Vaktleiðarin gevur síðani boðini víðari til aktingarmannin í økinum. Tvs. at ikki ber til at fráboða til kommununa, men einans til politistøðina í Tórshavn á tel. 35 14 48
Áðrenn djór verða útflýggjað ánara, verður gjald kravt fyri upptøkuna. Hevur ánarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.
LES MEIRA >>> TRÝST HER !  (PDF SKJAL)

Gjøld: 
Seyður, ross, gæs, dunnur, høsn, kaninir og onnur dýr,sum politiið skal taka sær av sambært § 36 í lov om hegn og markfred og sambærtrættargangslógini (t.v.s. í bygdum økið inngarðs galdandi fyri alt árið, verða tikin ímóti eftir áheitan frá politinum. Fráboðast skal á tel. 351448 til Politii, ikki til kommuna)

GJØLD
Hundar:
Fast gjald....................................................................... kr. 300,00
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu........ kr. 125,00

Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádýr:
Fast gjald...................................................................... kr. 125,00
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu......... kr. 35,00

Seyður:
Fast gjald....................................................................... kr. 125,00
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey fyrstu
6 samdøgrini seyðurin er í varðveitslu, pr. samdøgur............ kr. 60,00
Vistargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur, síðani 
(pr.samdøgur)................................................................. kr. 35,00

Ross og onnur stórdýr:
Fast gjald....................................................................... kr. 600,00
Fóður fyri hvørt nýkomið samdøgur, 
djórið er í varðveitslu (uttandura)...................................... kr. 125,00

Aktingarmaðurin og løgreglan taka støðu til gjaldið, um ivamál eru, t.d. viðvíkjandi tali/aldri av djóri ella varðveitslutíð.

ÚTFLÝGGJAN
Útflýggjan av hundum og smádjórum fer fram á politistøðini tvær ferðir um dagin: kl. 09.00 og kl. 17.00 gerandisdagar. Tó verða seyður og stórdjór útflýggjað beinleiðis frá varðveitslustaðnum. Um djórið ikki verður heintað, tá avtalað er, hevur aktingarmaðurin ikki skyldu at útflýggja djórið, og ánarin hevur tí skyldu at gjalda meirkostnaðin og gera nýggja avtalu um útflýggjan við politiið.
 

 
 
 
 
 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5