Avtala um andlát og jarðarferð


Eiðis kommuna hevur gjørt avtalu við Sólsetur um líkvognsflutning

Í januar 2015 hevur Eiðis kommuna gjørt eina fasta avtalu við jarðarferðar fyritøkuna Sólsetur um at taka sær av líkvognsflutningi. Tá ið andlát er, útvegar kommunan gravarar og flutning í sambandi við jarðarferðir. Umráðandi er, at avvarðandi ringja og boða gravaranum frá á telefon 200400 og ringja beinleiðis til Sólsetur á telefon 353637 ella 299000 fyri at avtala eina tíð um líkvognsflutning. Tænastan er ókeypis fyri borgarar í Eiðis kommunu.

Umframt koyring við líkvogni hava avvarðandi eisini møguleika at bíleggja kistu, blómur, kransar, sanghefti og annað í sambandi við eina jarðarferð. Tað er nógv, ið skal gerast í sambandi við jarðarferð, og fleiri avgerðir skulu takast. Í slíkari støðu kann vera trupult hjá avvarðandi at hava yvirskot at taka sær av øllum tí praktiska. Hetta kann eisini avtalast við Sólsetur.

Meira kunning um tænastur frá Sólsetur fæst á heimasíðuni www.solsetur.fo. Tað, ið verður bílagt av tænastum umframt líkvognsflutningin, skal borgarin sjálvur gjalda fyri.
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5