Tarira - Konsert í Eiðis kirkju

Konsert við Tarira verður í Eiðis kirkju kl. 16:00 sunnudagin 16. juni 2013.Verk eftir Byrd, Pärt, Waagstein, Rasmussen & Kristiansen verða framførd. Kórleiðari: Sunnleif Rasmussen Urguleikari: Lars A. Mensonides

 


Tarira í Vágs og Eiðis kirkjum
Komandi vikuskifti fer kórið Tarira undir leiðslu av Sunleif Rasmussen á eina stutta konsertferð til Vágs og Eiðis. Konsertin í Vágs Kirkju verður leygardagin 15. juni 15:00. Konsertin í Eiðis kirkju verður sunnudagin 16. juni klokkan 16:00.

Tvær frumframførslur verða á skránni í Vági. Nýskrivaðu verkini “Saknur” og “Sov nú lítla barn” hevur Sámal Matras Kristiansen, ið eisini syngur bass í Tarira, smíðað til egnar tekstir. Hesi verkini eru sera kontrastfull og vælljómandi, og meðan tað fyrra er dapurt og hugtungt, er hitt lætt og sveimandi.
Eisini verður høvi at hoyra tríggjar av hugtakandi satsunum, ið kórleiðarin Sunleif Rasmussen nýliga hevur skrivað til løg eftir Jógvan Waagstein. Løgini hjá Waagstein eru sannar fólkaognir: “Vár við lýggjum vindi”, “Aldan brýtur” og “Fýkur stormur”, men tey eru latin í ein serstakan sunleifskan kórbúna, ið fær nakrar heilt serligar stemningsmyndir fram.

Katolikkar undir trýsti
Umframt nýggjari føroyskari kórtónleik fer Tarira at bjóða áhoyrarunum tvær katólskar perlur, ið umframt opinlýsa vakurleikan hava til felags, at tær eru skrivaðar av katólskum komponistum úr samfeløgum, har teirra átrúnaður hevur verið undir stórum trýsti.
Mæta enska tónaskaldið William Byrd livdi samstundis sum ráðaríka Drotning Elizabeth I uml. ár 1600, og katólska verkið “Mass for four voices” varð skrivað fá ár eftir, at katólska rivalinnan Mary Stuart varð hálshøgd. William Byrd hevur uttan iva verið ávirkaður av hesi hending, og tað hevur verið ikki sørt djarvt av honum at seta háls sín í váða fyri at tæna sín átrúnað, samstundis sum hann eisini skrivaði tónleik til anglikansku kirkjuna. Messan er á latíni, í fimm satsum og varð skrivað til tær loyniligu katólsku undirgrundsmessurnar um tað mundið. Tónleikurin er einfaldur, men verður mettur sum nakað av tí vakrasta, ið er at finna frá hesari tíðini.

Hitt verkið er eftir navnframa núlivandi estiska tónaskaldið Arvo Pärt og nevnist “Salve Regina”. Pärt varð føddur og uppvaksin í Estlandi, men flýddi í 1980 undan sovjetstýrinum til Eysturríkis og árið eftir til Týsklands. Hann er katolikkur og serliga kendur fyri sín sakrala tónleik, ið er rættiliga minimalistiskur og í støðum inspireraður av gregorianskum sangi. Verkið Salve Regina, ið upprunaliga er ein gregoriansk vísa, er fyri kór og orgul, og organisturin í Vágs Kirkju Lars Mensonides spælir undir til báðar konsertirnar.
 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5