Fólkafundur við Ljósá !

2. Hvítusunnudag t. 20. mai 2013 skipar Eiðis kommuna fyri fólkafundi á havnalagnum við Ljósá.

 


Hetta man verða fyrstu ferð eitt slíkt tiltak er í bygdini, og síggja vit fram til at nógv fólk koma.
Farið verður til gongu av Vaglinum á Eiði kl. 15.00 og gingið verður so vítt gjørligt eftir gomlu gøtuni suður til Ljósá, har felagssangur og røður eru á skránni. Møguleiki verður fyri at keypa kaffe og okkurt afturvið .
Tað er eisini møguligt at koyra ella sigla. Av tí at tað ikki er so nógv pláss fyri bilum á havnalagnum við Ljósá, verða tey, sum eru før fyri at ganga oman, tí biðin um at parkera bilin uppi í bygdini og ganga oman.

Skráin 2. Hvítusunnudag:

Kl. 15.00:
Ganga av Vaglinum á Eiði suður til Ljósá, frásøgumaður sigur frá á túrinum

Kl. 17.00:
Heri á Rógvu flytir fram røðu við yvirskiftini “exit Føroyar”
Eiðis Ljómfelag spælir
Poul Johannes Poulsen sigur frá um bygdina
Felagssangur
Kaffi og køkur eru til keyps

Vónandi verður undirtøkan góð, og kann blíva eitt afturvendandi tiltak í kommununi. Í samband við at kommunan tey seinastu árini hevur skipað fyri trivnaðarviku, er ætlanin í ár at broyta hetta soleiðis, at trivnaðartiltøk verða deild út á alt árið.
 
Kommunan er lítil, og kemst ikki uttanum, at ein trivnaðarvika krevur nógv arbeiði av fáum fólkum.
Vit halda, at borgarnir fáa líka stóran ágóða av, at tiltøk ístaðin verða fordeild gjøgnum árið. Vit taka fegin ímóti hugskotum, og vilja hjálpa til, um onkur í kommununi hevur ætlanir um at skipa fyri einhvørjum.

Blíðar heilsanir
Eiðis kommuna
Trivnaðarnevndin (Annvør, Konrad og Jens Pauli)
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5