Ruddingarvikan 2013


Ruddingarvikan í Eiðis kommunu verður í viku 20, tvs. frá 13. – 18. mai. Heitt verður á allar borgarar um at gera sítt til at rudda og fríðka um.

 


Í sambandi við ruddingarvikuna er bingjuplássið á Eiði opið hvønn dag frá kl. 14.00 til kl. 16.00, tó leygardagin frá kl. 10.00 – kl. 19.00.

Sambært galdandi reglum, skal ruskið skiljast í tað, ið kann brennast og so annað burturkast.

Barnagarðurin og skúlin vera við at rudda rundanum síni øki, og niðri á Vatni og framm við sjóvarmálanum á havnaøkinum.

Ruskposar útvegast á kommunuskrivstovuni á Eiði. Leygarmorgunin bjóðar kommunan til morgunmatar í skúlanum.

Ruddingin endar leygarkvøldið við báli og hugnaløtu, lýst verður nærri við uppslagi á vanligu støðunum.

Vegna Trivnaðarnevndina í Eiðis kommunu

Annvør, Konrad og Jens Pauli
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5