Flaggdagsrøðan hjá Mariu Jørðdal Niclasen

Á Flaggdegnum flutti Maria Jørðdal Niclasen, prestur á Viðareiði, fram røðu á Eiði.

Góðu áhoyrarar.

Vit eru føroyingar serstøk tjóð,
við felags lagnu, eitt felagsblóð.
og felagsminni
so mong tú finnur
úr tíðarflóð.

 
Soleiðis yrkir skaldið Poul F í yrkingini “Av øllum londum”. Vit eru føroyingar, serstøk tjóð. Jú, kunnu vit siga, nikkandi, smílandi. Tað er nakað serstakt at vera føroyingur, nakað heilt serligt, at vera partur av hesum heimsminniluta, sum kann kalla seg føroying. Men staðfestingin fær ein at spyrja: “Hvat er tað, sum ger tjóðina serstaka?” Og: “Hvør er henda lagna, hetta felagsblóð, hetta felagsminni, sum skaldið so mergja leggur okkum undir at hava og vera partur av?” Kanska byggja hesir spurningar á ein grundleggjandi, og undirliggjandi spurning, nevnliga spurningin: “hvat er ein føroyingur?”
 
Hvat er ein føroyingur, hvør er føroyingur? Er tað ein, ið etur grind og annan turran og ræstan mat? Er tað ein, ið tosar tað føroyska málið? Er tað ein, ið kennir seg heima her á landi? Er svarið rist í stein, ella er hetta upp til hvønn einstakan av okkum at avgera?
 
Óansæð hvussu hesir spurningar verða svaraðir, so kunnu vit óiva semjast um, at tey av okkum, sum av eini ella aðrari orðsøk kalla okkum føroyingar, kunnu tað, tí vit eru partur av søgu, sum er størri enn hin hjá tí einstaka menniskjanum. Vit kalla okkum føroyingar, kalla okkum tjóð, og kunnu tað, tí søguna eru vit felags um. Hetta er tann felags lagna, tað felagsblóð, tey felagsminni, skaldið tosar um.
 
Vit eru einstaklingar, partur av størri samfelag, av eini heild. Tað er tað, vit eru felags um, tvørturum einstaklingin, tvørturum staðbundnar siðir, sum ger okkum til tjóð. Søga hins einstaka er hin einstaka søgan av mongum, sum á undarligan hátt gerst okkara søga.
 
Frá fornari tíð til dagin í dag, hevur okkara søga verið skrivað og verður hon tað, eisini av teimum, sum eftir okkum koma. Rasmus Effersøe yrkti í 1879 vælkendu yrking: “Eg minnist úr gomlum søgum, sum móðir mín segði frá, um Føroyar í gomlum døgum, hvussu føroyingar vóru tá.” síðan kemur lýsing av tátíðar føroyinginum: Maður var trúfastur, vildi ei bróta sítt orð. Og bóndans stova stóð altíð opin, um ókunnigt fólk kom á leið. Ja, á hjarta føroyinga lá roysni og brøgd at gera. Reinlyndi, gestablíðni og dirvi – sum í dag sjálvandi eisini eigur at fevna øll tey, sum unnanífrá festa búgv her á landi, og annars starvast og virka undir føroyskum flaggi. Latið ei søguna doyggja, leggur Effersøe eina við, goymi hana væl, í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal.
 
Søgan mikið útrætta skal.
 
Í dag, hin 25 apríl, minnast vit søguna, sum vit líta frameftir. Søguna um Merkið. Hetta er einstøk søga, hetta er okkara søga. Tað kann í dag tykjast sum ein sjálvfylgja, at vit hava okkara egna flagg. Men soleiðis er ikki. Tí er eisini bæði rætt og umráðandi, at vit taka okkum stundir at minnast søguna, minnast tað stríð, strev og tey virðir, sum liggja til grund fyri, at flagsins søga í dag er okkara søga, at Merkið í dag er okkara tjóð-merki.
 
Søgan um Merkið er ein stríðssøga. Tað var í 1919, í Keypmannahavn, at Merkið á fyrsta sinni veitraði undir víðum lofti! Studentarnir Jens Olivur Lisberg, Pauli Dahl og Janus Øssurson, saman við Ninnu Jacobsen, sum seymaði fyrsta flaggið, eiga æruna fyri hetta. Merkið møtti mótstøðu og var henda ikki bara donsk, men sterk, eisini millum føroyingar – hóast hetta kann tykjast óskiljandi í dag. Stríðsmenn flagsins góvust ikki. Men heili 12 ár skuldu ganga, áðrenn merkið fyri fyrstu ferð fekk sína egnu flaggstong á tinghúsvøllinum, og veittraði haðani á Ólavsøku. Hetta var í 1931. Flaggið varð tó niðurafturtikið tá politiska landslagið í Føroyum broyttist við løgtingsvalið 1932 og kom ikki upp aftur á hanga á Tinghúsvøllinum á Ólavsøku fyrr enn í 1937. Á heystið í 1938 samtykkir løgtingið loksins at hvørja ferð tingið flaggar – tvs. við Dannebrog á sjálvum Tinghúsinum –  at tað tá flaggar við føroyska flagginum á stongini á Tinghúsvøllinum.
 
Árið eftir stendur heimurin í ljósum loga. Og 9 apríl, 1940 verður Danmark hertikið av Týsklandi. Nær tengt at flagginum var hann, ið lívbjargaði føroysku tjóðini – sjómaðurin – og hevur mangt eitt skald roynt at lýsa hesa søguligu samansjóing. Eitt av hesum skaldum, abbi mín sáli, málber seg soleiðis:
 
Fjart frá Føroya føgru strondum
Út í Atlants breiða favn,
Stevna stoltar fiskiskútur
Bera Føroya landsins navn
 
Har hvar Altantsaldan brýtur,
Og reisir seg frá grunn
Føroyra fiskimaður slítur
Fyri dagligt breyð í munn
 
Gnísta blokkar, knarra plankar
Reba segl tá vandi er,
Lítur hann á Harrans megi
Tá hann stýrir vandaferð.
 
Føroysku skipini, ið silgdu til Bretlands við fiski, komu í svára neyð av at nýta danskt flagg, tá hersetta danmark varð roknað sum fíggindi hjá Stóra bretlandi. Enska stjórnin ásetti føroyskum skipum at hava føroyska merking og føroyskt flagg, fyri at tryggja føroysk skip. Amtmaðurin mótmælir, og krevur skipini at sigla undir Dannebrog. 25 apríl, kemur tó kunngerð frá Hilbert amtmanni, at føroysk skip, kunnu sigla undir føroyskum flaggi, og gjørdist 25 apríl flaggdagur føroyinga. Lóggildi fekk flaggi tó ikki fyrr enn við heimastýrislógini, 1948.
 
Eftir tógvið stríð var Merkið endiliga okkara Merkið. Søgan er okkara søga, undranarsom sum hon er. Stríði var teirra stríð, fruktirnar heysta vit.
 
Tað sigst, at vegurin fram á mál er eins umráðandi, sum sjálvt málið. Tað er vegurin, stríðið, áhaldni og eldhugin sum gevur viðurkenning og setur sjálvt málið í breiðari og størri høpi.
 
Tí kunnu vit eisini ein dag sum í dag spyrja: hvat merkir hetta stríð, hvat merkir Merkið? Dagurin í dag minnir okkum á, at tað, sum í dag er ein sjálvfylgja, og ein sjálvsagdur partur av okkara tjóðarsamleika, ikki altíð hevur verið tað. At vit, sum fólk og sum tjóð, eru merkt av hesum stríði, sum á sinnið fekk okkum Merkið á húnarhátt.
 
Merkið er eitt merkið, ein ímynd, sum bæði savnar og skilir frá. Tað savnar okkum, sum undir tí kenna okkum sum føroyingar. Tað skilir frá tey, ið hava annað flagg sum teirra.
 
Tað er við merkinum, at vit marka av, avmerkja tað, sum er okkara, tað, vit sum land og fólk kenna okkum part av, tey virðir vit hava sum tjóð, okkara fedranna arv. Tað er við merkinum, at nýggj heimsins umráði fáa føroyingin at merkja– tá føroyska flaggið verður vundið á stong úti í heimi, á heimsins hægstu tindum, og størstu ítróttararenaum.
 
Tað er undir merkinum vit savnast, bæði til gleði og gaman, í sorg og trega. Annahvørt tað hongur í húnarhátt, ella í hálvari stong, er merkið okkara merkið og speglar hvussu lív okkara eru merkt.
 
3. august í 2009 varð fyri tingið lagt “Uppskot til samtyktar um Merkið á Løgtingi”, og úr viðmerkingunum lesa vit:
Undir Merkinum savnast tjóðin, og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamd ber tað til at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur.” (sitat endað).
 
74 ár eru í dag liðin síðan føroysku fiskiskipini komu undir føroyskt flagg. Søgan er skrivað, og er í dag partur av okkara felags lagnu, av okkara felags minni. Tað er ikki einanst søgunnar stríð sum gevur viðurkenning. Eisini er tað okkara stríð at varðveita hesi minni, hesa søgu og hetta stríð, sum leggur virðið í søgu og siðarv.
 
Sum vit í dag minnast søguna er vert at leggja sær í geyma at eisini okkara samtíð einaferð verður søga. Okkara samtíð sum tjóð, sum fólk, sum føroyingar, undir Merkinum. Latið okkum tí, sum føroyingar, nær og fjar, stríða hitt góða stríð, standa saman og lyfta í felag. Stríðið er ikki av, søgan um Merkið er ikki liðugt skrivað!
 
Við hesum orðum fari eg loksins at takka tykkum, sum trúliga á hvørjum ári skipa fyri hesum hátíðarhaldi her í bygdini – og at tað aftur varð gjørt í ár.
 
Latið so flaggdagin 2014 enn einaferð minna okkum á tað stríð, sum fólk okkara mátti stríða fyri at vinna okkum merkið. Stríðið, sum gav úrslit – stríðið, sum gjørdi, at vit við skaldinum í dag kunnu siga um føroyingin:
 
Víða hann um verøld ferðast,
Landsins merkið ber hann hátt
Fylgir honum leiðir fjarast
Føroya flaggið, reytt, hvítt, blátt.
 
Guð signi várt føðiland Føroyar. Takk fyri. 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5