Várkonsert í Eiðis kirkju



Nú nærkast summartíðin og fólk vakna úr vetrardvæluni og møtast til ymiskar hugnaløtur og konsertir. Vit syngja vár- og summarsangir og spæla yndisligan tónleik og vit gleðast um at summartíðin er í nánd.
Sunnudagin verður ein heldur ørvísi várkonsert í Eiðis kirkju. Sundakórið og Eiðis Ljómfelag hava tikið stig til eina felags várkonsert. Á konsertini verður framført bæði kent og minni kent tilfar og eisini fara Sundakórið og Eiðis Ljómfelag at framføra okkurt tilfar saman. Okkurt lag fer ivaleyst at koma óvart á, men vónandi verður tað jaliga móttikið.


Sundakórið sá dagsins ljós fyri 10 árum síðan. Undirtøkan var so mikið góð tá, at avrátt var at halda áfram við Sundakórinum. Síðani tá, hevur kórið sungið eitt ótal av sangum og kórið hevur framført nógvar konsertir. Fleiri av sangarunum hava verið við í kórinum frá byrjan og kunnu í ár halda 10 árs jubileum saman við Sundakórinum. Sundakórið telur ídag umleið 16 sangarar og kórleiðarin er Hans Olivur Joensen.
Eiðis Ljómfelag varð endurstovnað í 60-unum, so tað kann roknast sum eitt eldri orkesturfelag. Felagið er skipað við messing, træblásarum og trummum. Orkestrið hevur gjøgnum mongu árini hildið eitt ótal av konsertum, bæði til gamans og álvara. Orkestrið telur í dag umleið 20 spælarar, bæði ungar og eldri spælarar og leiðari er Oddur Hentze.
Sangarar og spælarar vóna at kunna gleða nógvar áhoyrarar við góðum sangi og tónleiki og vónandi fáa áhoyrararnir eina ógloymandiløtu.
Konsertin verður í Eiðis kirkju sunnudagin tann 21. apríl 2013 kl. 19.30 

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5