100.000kr frá Eiðis kommunu


100.000kr frá Eiðis kommunu:  EB meiri enn eitt bóltfelag

Í sambandi við, at Eiðis bóltfelag er 100 ár, handaði Jógvan í Skorini borgarstjóri, Sunnvu Vesturdal forkvinnu í Eiðis bóltfelag eina peningagávu. 

Røða borgarstjórans
Eiðis bóltfelag. Hugsar ein um sjálvt navnið, so skuldi ein trúð, at talan bert er um eitt felag, ið fæst við bóltspøl. Men hvat hevur EB verið? Tað er eingin grund til, at eg skal fara at koma við eini søguligari tíðarlívslinju hjá Eiðis Bóltfelagi. Hetta hava onnur enn eg nógv betur greiðu á. Men hvat hevur EB veruliga verið? EB er ikki bert eitt bóltfelag. Eg vil heldur kalla EB eitt bygdafelag. Bygdafelagið EB. EB hevur í 100 ár, við sínum ymisku tiltøkum, staðið fyri stórt sæð øllum trivnaðinum í bygdini. Menn og kvinnur hava brotið upp úr nýggjum. Menn og kvinnur, ið hava torað at sett tíð av til annað enn seg sjálvan. Kvinnur og menn, ið veruliga hava lyft hetta bygdasamfelagið til eitt multikulturelt øki við ymiskleika og rúmligheit. EB hevur staðið fyri ítrótti, men sanniliga eisini nógvum øðrum. Dunnuspøl, sjónleikur, tunnusláing, dansur og mangt annað, hevur í 100 ár staðið á dagsskránni hjá bygdafelagnum EB.
Tá hetta er sagt, so fari eg at tríva í orðini hjá kenda bretanum Oliver Wendell Holmes, ið segði: ”The great thing in this world is not so much where we stand, as in what direction we are moving” Tað stórsta í hesi verð, er ikki, hvar vit eru stødd í lívinum, men heldur í hvørja ætt vit flyta okkum. Hugsa vit EB sum ítróttafelag, so kann man siga, at vit standa í eini nútímans ítróttahøll, og innan stutta tíð hava vit eisini eitt stásiligt stadionøki niðri í Hólma. So sigast má, at EB sum ítróttafelag hevur eina serstakliga ljósa framtíð. So er tað hin spurningurin.Bygdafelagið EB, hvar standa vit har ? Er tíðin farin frá at hava eitt bygdafelag? Er tíðin farin frá, at vit møtast í sosialum samanhangi Tvørtur ímóti. Tørvurin at møtast í sosialum samanhangi hevur aldri verið størri enn júst nú. Vit liva í einum samfelag, har vanliga samskiftið mangan gongur fyri seg uttan um nærsamfelagið. Eiðismenn samskifta við kinverjar og australiumenn, heldur enn at møtast í tí bygdasamfelagnum, sum vit áttu at verið partur av. Hetta kemur í framtíðini at vera ein ótrúliga stór avbjóðing.

Tá vit bygdafólk ikki longur kenna hvønn annan, hvat eru vit tá? Tá eru vit ikki longur ein bygd. Vit liva í einum kunda-samfelagi. Allastaðni eru vit kundar, sjálvt innan ítróttina eru vit vorðin kundar í fitnesssentrum. Ítrótturin er við at gerast ein ídnaður. Men hvat eru vit í EB? Kundar? ella limir, sum skulu lyfta í felag? Limaskapur er meir enn kundi. Viðspælari er meir enn áskoðari. Vit hava ábyrgd. Latið okkum tí standa saman um bygdafelagið EB. Latið okkum kvinnur og menn bróta upp um armar og lyfta bygdafelagið EB í felag.

At enda fari eg at ynskja EB hjartaliga til lukku við 100 ára degnum og handa eina gávu á kr. 100.000 frá Eiðis kommunu, fyri hesi fantastisku 100 árini. Takk fyri alt og vónandi kemur hetta at gagna bygdafelagnum EB, soleiðis at vit í framtíðini flyta okkum rætta vegin.

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5