Aftankvirra í Eiðis kirkju

EIÐIS KIRKJA VERÐUR KARMURIN UM NÆSTUR KONSERTINA HJÁ AURORA BOREALIS. Aurora Borealis fer at hava konsert mánakvøldið 11. mars kl. 19.30 í Eiðis kirkju. Við á konsertini verða eisini træblásarar og strúkarar. Skráin verður millum annað Sálmur 42, útsettur fyri træblásarar og strúkarar. Tað sama við "Skjótt líða dagar" hjá Ismar Joensen við lagi eftir Ólavur Jøkladal. Tann nýggjasti er "Hirðarnir" yrking hjá Ismar Joensen sum Ólavur Jøkladal júst hevur sett lag til, her verða ljóðførir eisini tikin í brúk. Eiðis kirkja er kend fyri sín frábera góða ljómburð, har nú verður høvi at hoyra Aurora Borealis undir leiðslu av Ólavi Jøkladal.

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5