Martin Kristoffur vitjar INN á Eiði

Ì mong ár blomstraði Handilsvinnan á Eiði, kanska serliga í 80’arunum vóru tíðirnar góðar. í bygdini vóru fleiri handlar í senn.
Hetta var kanska ein orsøk til, at pílurin spakuliga byrjaði at peika niðureftir. Talið á handlum var ov stórt í mun til fólkatalið. Eitt tíðarskeið var ongin handil í bygdini.

Handil kom aftur í bygdina, tá ið íslendingurin, Kári Mathíasson tók stig til at seta upp krambúð í bygdini. Handilin “ hjá Kára” húsaðist í hølunum har ið, handil hevði verði í longri tíð.
Seint Í 2015 gjørdi Eiðismaðurin, Mortan Mørkøre av at, keypa handilin frá Kára. 
Mortan er stjóri á INN á Eiði í dag og samrøða er gjørd við hann, handlinum viðvíkjandi.

 



Mortan Mørkøre er útbúgvin krambakallur. Spurdur hví hann tók avgerð um at gerast krambakallur svarar Mortan, at hann altíð hevur havt áhuga fyri handilsvinnu, tískil var ein útbúgving tann vegin ein logisk loysn.

Mortan greiður frá dagligu gongdini í handlinum, eitt nú, greiður hann frá at tað fyrsta hann ger mánadagar, er at koyra vørður út til barnagarðin og eldrabýli. Hetta verður gjørt, tvær ferðir um vikuna. Síðani skulu fruktir og aðrar vørður setast uppá pláss og annars verður fyrireika til dagin.

Handilin hevur opið, hvønn mánadag til leygardag frá klokkan 08:00 til klokkan 22:00. Afturat Mortani, eru 5 onnur starvsfólk, ið taka sær av øllum teimum dagligu uppgávunum. Hesi starvfólk hava fastar vaktir at ganga eftir. Eitt starvsfólk er fyrrapart og eitt seinnapart. Trý starvsfólk skiftast um at arbeiða, fríggjakvøld og leygarkvøld.
Tá ið ein dagur er komin at enda, verður talt upp og bóka.

 

Inn á Eiði er einasti handilin í bygdini, tískil er talið á viðskiftafólkum stórt. Mett verður, at á einum vanligum degi, kunnu tað koma áleið 300 fólk í keypsørindum. Leygardagur og mánadagur eru dagarnir har handilin er mest vitjaður
á hesum døgum kann talið av viðskiftafólki koma uppá 450.
 


Tá ið spurgt verður, hvaðani vørurnar koma sigur Mortan Mørkøre at, meginparturin kemur úr heilsøluni Poul Hansen. Eisini nevnir hann MBM, umframt aðrar føroyskar fyritøkur.
Frukt og grøntsakir verða innfluttar úr Danmørk, handilin hevur samstarv við eina fyritøku ið nevnist Supergros A/S. Hendan fyritøkan syrgir fyri innflutninginum.

Mørkøre greiður frá, at hann ferðast runt til arðar handlar at kannað hvussu tær ymisku vørurnar selja.
Eisini koma sølumenn norð, at vísa framm níggjar vørur. Soleiðis verður avgjørt hvørjar vørður vera seldar.



Spurningurin um hvørt INN á Eiði, skal vera opið sunnudag er ein spurningur, ið Mortan til tíðir hevur hugsað um.
Hann smílist og spyr um tað er neyðugt, at hava opið sunnudag tá ið fólk hava 6 dagar at keypa sínar vørðir í.

Miðal Inntøkan hjá INN á Eiði er umleið, 30.000 krónir á einum vanligum gerandisdegið. Inntøkan er tó skiftandi, alt eftir árstíð.
Um jólini er inntøkan væl hægri, meðan januar mánin er heldur friðarligur, greiður Mortan Mørkøre frá.

Eiðis kommuna takkar hervið INN á Eiði fyri, at tey góðu sær stundir til samrøðu og myndatøku og teimum verður ynskt blíðan byrð framyvir.



 

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5