Mangan spurt

Mangan spurt
Borgarstjórin er at hitta eftir avtalu.
Avtala tíð við Katrin/Guðrun á tel. 613 312 ella fartel. 222 472 / 723 412 ella send ein teldupost til: eidi@eidi.fo
Foreldur, ið hava børn á dagstovninum, kunnu søkja kommununa um frípláss. Umsóknarblað verður útfylt og latið saman við inntøkuupplýsingum fyri undafarna skattaári. Umsóknarblað fæst frá dagstovnaleiðaranum, ella her á heimasíðuni.
- Umsóknirnar verða avgreiddar á kommunuskrivstovuni.
- Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Foreldrini hava skyldu at boða barnaverndini frá, um broytingar eru í inntøkuviðurskiftunum. Foreldur at børnum við serligum tørvi, kunnu søkja um pedagogisk frípláss. Í tílíkum føri er barnaverndin tilmælandi, meðan Almannastovan tekur avgerðina.
Umsóknarbløð: trýst her

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5