Ferðavinna og fornminni

Eiðis Bygdasavn  "á Látrinum" á Eiði

Opið er:
Juni, juli og august - mánadag frá kl. 12.00 til 15.00.
Kostnaður er 50 kr. pr. persón. Børn til og við 14 ár ókeypis.
Møguleiki er eisini at vitja uttan fyri upplatingartíð, og tá er kostnaðurin 250 kr. + 50 kr. pr. persón.

Åbningstider:
Juni, Juli og August - mandag fra kl. 12.00 til 15.00.
Entré 50 kr. pr. person. Børn til og med 14 år gratis.
Mulighed er også for at besøge udenfor åbningstider, hvor entré er 250 kr. + 50 kr. pr. person.

Opening hours:
June, July and August - Monday from 12.00 pm to 3.00 pm
Admission fee 50 kr. pr. person. Children up to and including 14 years of age free.
Visit outside opening hours: 250 kr + 50 kr. pr. person.

Kontakt nummur/Kontakt numre/Contact numbers:
+298 59 52 80 / +298 42 35 97 / +298 21 02 70 / +298 20 04 00
 

Søguligt:

Í 1821 tók Pól á Látrinum (f. 1779) norðaru- og eystaru lon av Reynagarði í Havn niður, fluttu tær til Eiðis, og bygdi Látrahúsini upp av teimum í 1841-1842.Tá ið Pól á Látrinum doyði tann 17.04.1850, vóru Látrahúsini liðug uttan. Upprunaliga høvdu húsini skifertak, men skjótt varð flagtak lagt á. Í 1983 vóru húsini, sum tá vóru illa farin, yvirtikin av Eiðis Fornminnisfelag. Nógv varð broytt og gjørt av nýggjum, fyri at fáa húsini aftur í uppruna stand. Pól á Látrinum var ríkur maður, og eru húsini eisini størri enn vanlig bóndahús vóru, tá ið tíðini. 21 fólk hava búð í húsunum í senn, og vanliga 6-10 tænastufólk. Í roykstovuni eru 4 koyggjur, har 2 fólk hava sovið í hvørjari koyggju. Farið var uppá loft úr roykstovuni, so ikki varð neyðugt at fara ígjøgnum ta fínu stovuna, fyri at koma uppá loftið. Í roykstovuni varð karað, spunnið, bundið, matgjørt, og hvat annars var neyðugt í gerandisdegnum. Glasstovan varð fínasta rúm í húsinum, har tikið varð ímóti gestum. Inn frá glasstovuni er lítið kamar har bóndahjúnini svóvu. Úr glasstovuni verður eisini farið inn í køkin. Vatn varð lagt í húsini í 1912, men trævask hevur altíð verið í køkinum. (Kelda: Eiðis Bygdasavn)
 

"Niðaravatn" á Eiði

Eystan fyri bygdina Eiði er stórt vatn. Bygdargøta er runt vatnið,
har ein kann njóta náttúruna og friðin (Sigmar M. Mørkøre)


"Risin og Kellingin"
Út fyri Kollin á Eiði er vælkendu eyðkennini "Risin og Kellingin"
 



 

Ókeypis kikari er tøkur (Sigmar M. Mørkøre)


Niðri "á Møl" á Eiði

Friðsæla og sólsetur (jóinfoto)

"Uppi undir Skeringini", Svínáir

Ein góðan summardag, er vert at fara ein gongutúr niðan á Skeringina í Svínáum (Gundur Mortensen)


Uttandura svimjihylur í Svínáum

Reina og óspilta fjallavatni rennur oman í ein náttúrligan svimjihyl í fjøruni í Svínáum (jóinfoto)


Minnisvarðin á Eiði

Gamli kirkjugarðurin á Eiði. Standmyndina, "Minnisvarði teirra sjólætnu" hevur Fridtjof Joensen gjørt  (Sigmar M. Mørkøre)


Góð gróðurlíkindi

Plantuvøksturin støðast væl (jóinfoto)

"á Vaglinum" á Eiði:

"Duurhús" mitt í bygdini á Eiði (Sigmar M. Mørkøre)

Fuglaljóð

Fuglur av ymiskum slag er nógv at síggja (Reyðstapur) (jóinfoto)

Fólkateljing á Eiði í 1870: ...les meiri

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5