Vælkomin

Vælkomin til Eiðis kommunu

Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. Bygdirnar liggja norðast á vestaru síðu á Eysturoynni. Hetta viðførir, at sera stutt er at koyra til allar endar í landinum.

Umframt lágt skattaprosent (18,75%) og ein høgan barnafrádrátt (7.500,- kr.), er kommunan upp á allar mátar ein sera væl útbygd kommuna. Nýggjur barnagarður, nýtt sambýli, nýumvældur skúli, nýmótans ítróttarhøll og saman við eini sera hugtakandi og søguligari náttúru, ger tað Eiðis kommunu til eina kommunu, har spírar spretta og øll lyfta í felag.

Í Eiðis kommunu búgva áleið 700 fólk, og eftirspurningur er eftir at keypa grundøkir í kommununi. Kommunan hevur ógvuliga bílig grundøkir, á Eiði er kostnaðurin 100,- kr. m2 og í Ljósá og Svínáum er kostnaðurin 80,- kr. m2. Sammeta vit okkum við grannakommunurnar, eru grundøkini í Eiðis kommunu munandi bíligari enn aðrastaðni.

Enn einaferð hjartaliga vælkomin til Eiðis kommunu, har spírar spretta.


Vinaliga
Borgarstjórin
 



 

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5