Søga

Søguligt um Eiðis kommunu

(jóinfoto)


1894 - 1913 

1914 - 1918 

1919 - 1939 

1940 - 1945 

1946 - 1960 

1961 - 1994 


..."Bygdin, Eiði, hevur navn eftir landslagnum, eftir eiðinum millum Sundalagið fyri sunnan og Norðhavið fyri norðan. Vestantil stendur Eiðiskollur, 343 m. høgur, og eystantil fjallarøðin við hægsta fjalli okkara, Slættaratindur, 882 m. høgt.
Eingin ivi er um, at Eiðis bygd er ein av fyrndarbygdum frá landnámstíð. Hvør, ella hvørji teir vóru, sum bygdi hendan stað, nær teir koma, og hvaðani teir komu, er torført at meta um.
Búreisningasøga Eiðis bygdar fór í gloymskuna, tó eru glottar at hóma, onkur lesningur liggur eftir á bakkatromini. Útgrevsturin í gomlu bygdini og burturgloymdu fjallabygdini á fløtuni undir Ægisbrekkuni við Eiðisvatn vísir okkum á fornnorrøna búseting í víkingaøld…”
(Brot úr bókini “Úr Eiðis søgu”, Óli Egilstrøð, ISBN: 99918-3-152-5)

..."Bygdin, Ljósá, er niðursetubygd, og eru festar 27. juli í 1780 av Knút Ellingsgaard í Garði, og 1. desember í 1783 festir Hanus Joensen í Heinastovu í Ljósá.
Á hesi heimasíðu eru fólkateljingar í "Ejdes sogn", m.a. kann lesast, hvør er búsettur í Ljósá í 1855. "Óli Egilstrøð skrivar: ... Tá ið sonur Hanus, Jógvan, hevði fest 24. februar 1817, fór hann at hugsa um at seta seg niður við mørkina við Ljósánna. Men hettar, at flyta sum niðursetursfólk og bróta upp úr nýggjum, og seta seg niður í óbygdum øki, tá  skuldi nógv arbeiði gerast áðrenn: bøgarðar, veltast, byggjast hús, hoyggjhús, fjós, hjall og neyst. Húskið hjá Jógvani flytur av Eiði suður til Ljósá áleið 1834 - 1840 .."

..."Bygdin Svínáir er niðursetubygd og er tann syðsta í kommununi. Í kirkjubókum er niðurskrivað, at fyrsta barnið í bygdini var doypt í Eiðis kirkju í 1827, og er sannlíkt, at bygdin er búsett umleið 1825. Navnið Svínáir er avleitt av, at áirnar, ið renna oman í bygdina, renna saman í eina á, og tað varð á gomlum máli rópt: at renna á svín.
Í gamla partinum av Svínáum síggjast enn leivdir frá fyrstu búsetingini. Hesar leivdir eru 3 samanbygd hús, og var lonin nevnd Norðurstova, Miðstova og Suðurstova. Í folkateljingini í 1834 búgva í hesum húsum áikavíst 7 fólk, 7 fólk og 4 fólk.”
(Kelda: Regin Ellingsgaard, Svínáir)

(jóinfoto)


 

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5