Fundarskipan

 

Fundarskipan fyri Eiðis bygdaráð


FUNDIR BYGDARÁÐSINS

§ 1
 Fundir bygdaráðsins eru almennir. Bygdaráðið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

1. Fundir bygdaráðsins eru almennir. Bygdaráðið kann tó gera av, at ávís mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum.

2. Uttan so at bygdaráðið í serstøkum føri tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri tilskilaðu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:

1. Mál, har mett skal verða um persónlig viðurskifti.

2. Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting.

3. Kostnaðarætlanir og tilboð viðvíkjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum.

3. Bygdaráðið ger á fundi fyri afturlatnum hurðum av, um mál skal viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av limunum krevur tað.

 4. Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, skulu helst avgreiðast fyrst.


 § 2

1. Øll hava atgongd til al­mennu fundir bygdaráðsins

2. Órógvar áhoyrari, ella sýnir hann ikki sømiligan atburð, kann borgarstjórin vísa honum ella um neyðugt øllum áhoyr­arum út úr bygdaráðssalinum.

3. Borgarstjórin kann bíleggja sessir til umboð fyri fjølmiðlunum.
 

§ 3
1. Bygdaráðslimir hava skyldu at møta á bygdaráðsfundum. Ber ikki til hjá bygdaráðslimi at koma á fund, boðar hann borgarstjóranum frá, áðrenn fundurin byrjar. Á hvørj­um fundi verður skrivað í gerðabókina, hvørjir limir ikki vóru til staðar, og nær limir koma.

2. Noyðist bygdaráðslimur at fara av fundi, skal hann boða borgarstjóranum frá, og verður ført í gerðabókina, nær limur fer.


FUNDARSKRÁ

§ 4
1. Borgarstjórin skipar fyri, at fundarskrá verður send hvørjum bygdaráðslimi í seinasta lagi 4 dagar frammanundan, at vanligur fundur skal verða.

2. Um limur í seinasta lagi 8 dagar framman undan vanligum fundi skrivliga hevur biðið um viðgerð av einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skránna.

INNLIT

§ 5
1. Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við møgulig­um tilmæli. Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal - um slíkt ikki longu er sent limunum - vera til taks á kommunuskrivstovuni í minst 3 gerandisdagar framman undan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal sam­stundis vera til skjals.

2. Samstundis, sum boðað verður til eykabýráðs­fundir, letur borgarstjórin í so stóran mun sum gjørligt bygdaráðslimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.

VIÐTØKUFØRI

§ 6
1. Bygdaráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi helvtin av bygdaráðslimunum eru á fundi.


FUNDARLEIÐSLA

§ 7
1. Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin leiðir bygdaráorgarstjórin spyr, áðrenn orðaskiftið byrjar, um nevndarformaður/frásøgumaður biður um orðið og gevur annars bygdaráðslimunum orðið í teirri raðfylgju, teir hava biðið um. Um fleiri biðja um orðið í senn, avger borgarstjórin raðfylgjuna.

3. Bygdaráðslimur skal, meðan hann talar venda røðu sína til borgarstjóran. Verður bygdaráðsslimur nevndur í røðu, skal hann altíð nevnast við fornavni og eftirnavni. Bygdaráðslimur skal ikki verða órógvaður í talu síni, tó kann borgarstjórin taka orðið frá honum.

4. Endurgeving kann bara verða nýtt avmarkað og við borgarstjórans loyvi. Til­skilast skal, hvaðan endur­gevingin er, og hvar hon stendur.

5. Borgarstjórin ger av, nær hann heldur eitt mál hevur fingið nóg gjølliga viðgerð til at verða avgreitt ella útsett til seinni fund.

6. Hvør bygdaráðslimur eigur at lýða avgerðir borgarstjórans, tá ið tað snýr seg um at halda neyðugt fundarskil. Er ein bygdaráðslimur 2 ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kannn bygdaráðið, eftir uppskoti frá borgarstjóranum, nokta honum at fáa orðið aftur á fundinum.

7. Um so er, at bygdaráðslimur ikki ger eftir boðum borgarstjórans, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum, ella óskil kemur í, hevur borgarstjórin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt slíta fundin.

8. Øll uppskot, sum koma fram undir orðaskiftin­um, verða stílað til borgarstjóran.

9. Borgarstjórin kann lata bygdaráðið avgera mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.


FRAMLØGA AV MÁLUM

§ 8
1. Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger bygdaráðið av, í hvørji rað­fylgju málini skulu verða viðgjørd, tá ið minst 3 bygdaráðslimir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.

2. Tá ið fundur byrjar, kann bygdaráðslimur biðja um orðið um fundarskránna og seta fram uppskot, um mál á fundarskránni skulu viðgerast á almennum fundi ella fyri læstum hurðum.

§ 9
1. Eitt mál verður bert viðgjørt eina ferð, uttan so at annað er ásett í lóggávuni, ella bygdaráðið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt 2 ferðir. Ársfíggjarætlan og eykafíggjarætlanir skulu tó verða viðgjørdar á 2 fundum.

2 Millum 1. og 2. viðgerð av ársfíggjarætlanini og skulu ganga í minsta lagi 14 dagar.


NEVNDARVIÐGERÐ

§ 10
1. Heldur bygdaráðið at eitt mál eigur at verða kannað av serstakari nevnd, áðrenn bygdaráðið tekur endaliga avgerð, verður slík nevnd vald við so mongum limum, sum bygdaráðið heldur hóska í hvørjum einstøkum føri.

2. Um bygdaráðið ikk hevur valt formannin, skipar nevndin seg sjálv. Nevndin skal handa borgarstjóranum skrivað álit, og ger hesin býráðslimirnar kunnugar við álitið samsvarandi reglunum í § 4.

3. Borgarstjórin hevur rætt til at møta á øllum nevndarfundum sum eygleiðari

4. Bygdaráðið kann gera av at senda eitt mál, ið ikki hoyrir undir málsøkið hjá ávísari nevnd, til viðgerðar í eini av teim føstu nevndunum.



GEGNI

§ 11
1. Um viðurskiftini eru so, at ivi kann vera um gegni (ha­bilitetin) hjá einum bygdaráðslimi skal hann siga bygdaráðnum frá hesum. Eisini kann ein bygdaráðslimur reisa spurningin um gegni hjá øðrum bygdaráðslimi.

2. Bygdaráðið ger av við atkvøðugreiðslu, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum bygdaráðslimi at hann ikki eigur at taka lut í málsviðgerðini. Um so er, at bygdaráðið ger av, at bygdaráðslimur er ógegnigur, skal limur fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt og avgreitt.

3. Er líkt til, at bygdaráðið tekur avgerð um, at bygdaráðslimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltaks­limurin fær fundarboð.

4. Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, bygdaráðið ger av, at bygdaráðslimur er ógegnigur, kann málið verða flutt til næsta fund, uttan so at 2/3 av teimum møttu bygdaráðslimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolir at bíða.


ATKVØÐUGREISLA

broytingar- og eykabroytingaruppskot


§ 12
1. Bygdaráðslimir kunnu bert taka lut í atkvøðugreiðslum bygdaráðsins, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.

§ 13
1. Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at bygdaráðslimir geva týðuliga til kenna hvat teir atkvøða. Er atkvøðugreiðslan eftir borgarstjórans tykki ógreið, letur hann bygdaráðslimirnar at­kvøða av nýggjum. Borgarstjórin ella í minsta lagi 3 bygdaráðslimir kunnu undan at­kvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli ella at atkvøtt verður við seðlum.

2. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðu­meirluta, um ikki annað er fyriskipað í lóg­gávuni. Eitt uppskot er samtykt, tá meirilutin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøður fyri. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið felt

3. Heldur borgarstjórin, at allir bygdaráðslimirnir eru samdir, kann hann gera bygdaráðnum kunnugt, at málið er sam­tykt uttan atkvøðugreiðslu. Mælir bygdaráðslimur tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.

4. Skrivlig atkvøðugreiðsla fer fram við atkvøðuseðlum, ið borgarstjórin útflýggjar.

5. Bygdaráðslimur kann ikki sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu.

6. Avgerð, sum bygdaráðið hevur tikið, kann ikki á sama fundi verða broytt, uttan so at allir bygdaráðslirnir, ið vóru á fundi, tá avgerðin varð tikin, eru samdir um hetta.


§ 14
1. Broytingar- og eykabroytingaruppskot kunnu verða framløgd, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað. 

2. Borgarstjórin setir fyrst undir atkvøðu­greiðslu broytingaruppskotini til upp­runa­uppskotið hvørt eftir annað. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingunum. Fellur tað, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur. Borgarstjórin ræður fyri, hvussu atkvøtt verður.

3. Áðrenn atkvøðugreiðsla í einum máli er byrjað, kunnu uppskot um val av nevnd og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd ella til víðari viðgerð í eini nevnd verða framløgd. Verður slíkt uppskot lagt fram, aftaná at orðaskiftið í málinum er byrjað, verður tað slitið, og ger býráðið av, um málið skal fara til nevndarviðgerð.


MEIRILUTAVAL

§ 15
1. Tá ið bygdaráðið skal velja 1 umboð ella 1 lim í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir meirilutavalháttinum.

2. Við meirilutavali verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum, er valt. Fæst tílíkur meiri­luti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin meiri­luta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.


LUTFALSVAL

§ 16
1. Tá ið bygdaráðið skal velja 2 ella fleiri limir í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.

2. Við lutfalsvali verður sipað til ein valhátt, har bygdaráðslimur frammanundan boða borgar­stjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.

3. Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3, o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.

4. Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgartjórin skipar fyri.

5. Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboðar hvønn bólkin.

6. Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir pettunum 1-3.


STARVSSETAN

§ 17
Tá ið bygdaráðið setir persón í kommunalt starv, og fleiri umsøkjarar eru at velja millum, fer val millum umsøkjarar fram eftir reglunum í § 15.


GERÐABÓKIN (O.A.)

§ 18
1. Avgerðir bygdaráðsins verða á fundinum skrivaðar í gerðabókina av fundar­skrivaranum. Borgarstjórin sigur, hvat skrivast skal.

2. Bygdaráðslimur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina. Snýr tað seg um mál, ið skulu sendast til annan myndugleika, kann hann eisini krevja, at myndug­leikin verður kunnaður um, hvat skrivað er í gerðabókina. Ynskir avvarðandi bygdaráðslimur við málinum at senda skriv, sum gjøllari lýsir hansara støðu, eigur hann at siga hetta við borgarstjóran, sum so setir eina tíðarfreist fyri, nær skrivið skal avhendast.

3. Tá ið ein fundur er lokin, verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av bygdaráðslimunum, sum hava verið á fundinum. Bygdaráðslimirnir kunnu ikki við at vísa til at­kvøðugreiðslu sína ella av øðrum orsøkum bera seg undan at skriva undir gerðabókina.


BROYTINGAR Í FUNDARSKIPANINI


§ 19
Henda fundarskipan kemur í gildi beinanvegin.


Broytingar og uppískoyti til fundarskipanina skulu verða viðgjørd á tveimum regluligum bygdaráðs­fundum.


















 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5