Fólkapensjón

Fólk, ið eru fylt 67 ár, hava øll rætt til fólkapensjón.

Fyri at fáa pensjón útgoldna skal umsókn latast Almannastovuni. Almannastovan sendir umsóknir út í góðari tíð til persónar, ið sambært Landsfólkayvirlitinum fylla 67 ár.

Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Grundupphæddin er óheft av aðrari inntøku, meðan viðbótin verður inntøkujavnað. Hettar merkir, at hægri inntøkan er hjá viðkomandi, lægri gerst viðbótin.
 
Vanligar treytir
Rætturin til fólkapensjón er treytaður av, at umsøkjarin hevur:
- Danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti
- Hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi skrásett í Føroyum og
- Hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið 

Umsókn um fólkapensjón kann takast niður sum pdf-skjal á heimasíðuni hjá Almannastovuni.


Heimasíðan hjá Almannastovuni
 

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5