Eldrarøkt


(myndaeigari: Sigmar Mørkøre)
--------------------------------------------------------------------------

VEKS umsitur eldrarøkt og heimatænastu

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænstu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um:

- Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
- Heimahjálp
- Heimasjúkrarøkt
- Venjingar / ergo- og fysioterapi
- Matútbering
- Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri.

Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum.

Les meira um VEKS á www.veks.fo
- Umsókn um búpláss "Korndalsbýlið" á Eiði - trýst her 
--------------------------------------------------------
Edrasambýlið á Eiði varð tikið í nýtslu 8. september 1999. Sambýlið verður nevnt "Korndalsbýlið" og ber navnið eftir staðarnavninum "Korndalur", sum er staðarnavn í bygdini, og er staðið sermerkt veðurgott. Húsið er í tveimum hæddum. Í erva er pláss fyri 10 búfólkum, harav eru tvey umlættingarpláss, og í stovuhæddini eru pláss fyri fimm búfólkum. Stovuhæddin varð tikin í nýtslu 3. november 2004.

Korndalsbýlið  (Sambýli)
Foravegur 9, 470 Eiði
Tel. 423 546 (svarar alt samdøgrið)
Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
 

 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5