Krøv til byggiumsókn

§1. Ikki kann farast undir arbeiði, at grava út fyri grundstykki ella at byggja hús, bilhús, úthús, neyst o.a. á verandi grundstykki, uttan skrivligt byggiloyvi frá Eiðis kommunu

 

§2. Allar útstykkingar- og byggiumsóknir, her uppií umsóknir um at grava fyri grund til møguligar spreingingar, meiri týðandi broytingar, eitt nú at broyta skap og konstruktiónir, taka niður hús, vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu umvegis Eiðis kommunu verða sendar byggifulltrúanum

 

§3. Umsókn skal vera skrivlig, og hjálagdar umsóknini skulu vera tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið neyðugar eru til greitt at skilja málið og til holla avgerð av tí umsøkta

 

§4. Allar tekningar, frágreiðingar, útrokningar o.t. fylgiskjøl hjá byggiumsókn skulu vera dagfest, hava matrikkul nummar á ognini og viðkomandi, ið uppsett tey hevur, skal skriva undir niðast í høgra horni á hvørjum einstaka eintaki. Hesin hevur ábyrgd av, at allar upplýsningar v.m. eru í lagi

 

§5. Niðanfyrinevndu fylgiskjøl skulu vera viðløgd umsóknini:

 

stk.1. Støðumund í 1:200 sum vísir stødd og skapilsi á byggigrundini, hvussu hon vendir móti gøtum og ættum, hvar og hvussu ætlað hús skulu standa, og hvar hús á grannagrund standa. Støðumyndin skal somuleiðis geva upplýsingar um framtíðarhæddarstig á grundini og um tað verður hildið neyðugt fyri at avgreiða málið, hæddarstig á grannagrundunum.

 

stk. 2. Flatmyndir og tekningar av øllum útsíðum á húsunum í máti í minsta lagi 1:100 við áskrivaðum mátum, bæði høvuðsmátum og gjøgnumgangandi stakmátum. Skilast skal til, hvat rúmini eru ætlaði til. Møgulig burðarløg skulu verða teknað á flatmyndir og tvørskurðir. Eisini skulu dyr, fast innventar og seniterar innleggingar o.a. verða teknaðar.

 

stk. 3. Tvørskurðir í 1:20 (1:50) sum neyðugir eru fyri at táa eina fatan av húsinum og umkringliggjandi húsum/vegum. Á tvørskurðir skal verða áskriva hæddir á gólvum og hæddir á túni og gøtum.

 

stk. 4 Kloakkplanur í 1:100 (1:200) vísandi hvussu tær saniteru innleggingarnar verða veittar í tað kommunalu kloakkskipanina. Á kloakkplan skal vera áteknað hall á leiðingum.

 

stk.5. Frágreiðingar av bygningslutum, sum saman við tekningum, gevur fullfíggjaða og greiða lýsing av ætlaðu byggingini

 

§6. Byggifulltrúin kann skipa fyri, at stakprojektering saman við útrokningum skulu vera til taks og innsendar til góðkenningar, áðrenn farið verður undir bygging

 

§7. Umsóknir við tekningum, frágreiðingum og onnur fylgiskjøl skulu skulu sendast Eiðis kommunu í tveimum eintøkum, og skulu hava allar upplýsingar, sum neyðugar eru fyri greitt at skilja, og fáa avgjørt tað, sum søkt er um

 

§8. Umsøkjarin hevur sjálvur ábyrgd av, at allar lógir verða fylgdar viðvíkjandi tí, ið søkt verður um, eitt nú krøv frá Brunaumsjón Landsins, servituttir, byggisamtyktir v.m..

 

§9. Annað eintakið verður varðveitt hjá kommunuumsitingini, meðan hitt verður sent umsøkjaranum aftur við byggiloyvi ella játtan til tað, ið søkt verður um

Umsóknarbløð

Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5