Niðri á Bakka í Svínáum


Niðri á Bakka í Svínáum

... Jóhan Karl Dam av Norðskála bar av øllum, tá tað kom til at fortelja søgur. Eftir mini meting var hann so góður frásøgumaður, at tað var einki minni enn ein skaði fyri Føroyar, at hesin maður skuldi fara frá okkum og ikki hava verið í Útvarpinum. Vit kunnu taka einar tvær søgur, men ein følir seg næstan sum tjóv, tí hann eigur nógv fólk eftir seg, saktans verður onkur sum fer i holt við at hefta á blað nakað av tí, tey hava hoyrt og sæð.

Norðuri i Svínáum standa eini hús, sum verða rópt á Bakkanum. Maðurin, sum búsettist har, æt Martinus, og kona hansara Anna Katrina. Tey bæði fingu eingi børn, eg haldi meg hava hoyrt, at tey vóru komin væl til árs, tá tey giftust. Hendan Anna Katrina var mostur Jóhan Karl, og fall tað líka sum av sær sjálvum, at hann var rættiliga nógv norðuri á Bakka. Nú lata vit hann fáa orðið.

Tað var um summarið, Martinus hevði sligið dagin fyri, og hann hevði eisini verið í bøðnum tíðliga um morgunin, men kom aftur til hús at fáa sær morgunmat. Meðan maður og kona nú sita og fáa sær, tala tey saman um, hvat tey skuldu hava til døgurða.

Tað vóru fleiri møguleikar, men so fall avgerðin, tað skuldi verða krabbar. Alt lá fyri av tí besta, fjøran var so mikið stór, at um teir báðir fóru at leita, so átti tað ikki at taka langa tíð. Pilturin er kvikur, tað gongur saktans. So vit avstað, - tað var skjótt at fáa uppí spannina, vit høvdu við. Komnir aftur til hús, blivu krabbarnir.skolaðir við vatni, og so í pottin, sum varð hongdur yvir eldin. Lokið varð lagt á, og so fóru øll í bøin.

Tá tey gomlu mettu, at døgurðin var kókaður, fóru tey aftur til hús. Men tað var eitt verri skil at koma aftur til. Lokið hevði ikki verið lagt nóg væl á, tá so løgurin í pottinum ornaði, hildu krabbarnir, sum rimiligt var, vera best at sleppa sær burtur úr hesum hitanum, og tað høvdu teir klárað so væl, at har var ikki ein eftir í pottinum.

Eitt sum hevði hjálpt teimum, var, at eplini vóru undir, so tað var lægri hjá teimum at klára sær upp á tromina. Haðani vóru teir rímiligt farnir eftir høvdinum, og so upp eftir skeringinum upp á eldtræið. Um teir nú allir bara høvdu hildið fram upp gjøgnum skorsteinin. so var alt so beint fram, men tað gjørdu bara nakrir fáir, teir flestu høvdu hildið ferðina niður aftur og so uppaftur uttan á skorsteinininum, tí teir vóru at hitta í tróðrinum.

Tað var ein standur. Har blivu so eingir krabbar til døgurða hendan dag, farið varð eftir eini rívu til at steyta neyðardýrini niður aftur.

++++
Hesi fólkini Niðri á Bakka í Svínáum fingust við handil eina tíð. Handilin var ikki stórur, í dag hava vit bestan hug at siga eitt lítið kamar, men tað brúktist. Eitt sindur av kjallara var undir, sjálvt um hann var nakað lágur - og kúgvin stóð beint undir nevnda kamari.
So ein morgun fer konan í kjallaran at mjólka. Tá hon er oman komin, hoyra teir eitt løgið ljóð frá henni. Tað gongur bara ein lítil løta, so er konan aftur og gloppar hurðini inn i handilin. Tá kemur ljóðið aftur, og tað er næstan, sum hon skuldi gingið av verðini.

Teir báðir, maðurin og systursonurin, rúka á føtur og fara til hennara at vita, hvat ið bagir. Og tað var ein sjón. Nú er tað proppurin í siroppstunnuni, sum er farin úr. Siroppurin er allur runnin niður á gólvið - og nakað er so farið gjøgnum pløgingarnar niður á kúnna.
Men har, sum allastaðir tá - gáttirnar vóru høgar, so nógv var á gólvinum. Meðan tey trý standa har og sko6a skaðan, fanqa eyguni á piltinum nakað, sum hevur hansara stóra áhuga. Einastaðni mitt í siroppinum stendur ein sukurtoppur og undir liðini á honum liggur sukurøksin (vanligt var at høgga sukrið sundur við lítlari øks). Brátt er barnsins l yndi, eygað hevur ikki meira enn fangað hettar, fyrr enn hann rópar: "Mostur kann eg sleppa at sleikjaa øksina?"

Tey bæði gomlu hvukku við, snaraðu sær á og hugdu at dreinginum. Hann segði seg aldri gloyma hesi eygu. Men so kom tað, hann fekk at vita, at hann átti at verið flongdur, men tað kundi gera tað sama. Eitt so forstokkað bleiv so ongantíð til fólk kortini.

Kelda: CARL WEIHE, “Mondul” nr. 1982, árg.8
 
Share

Kommunan

Brekkuvegur 37
FO-470 Eiði
Tel. 200 400
Fax 423 477
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Avgreiðslutíðir:
Týsdag til hósdag frá:
"kl. 14.00 - 16.00"

BankNordik: 6460-156.081.8
EIK Banki: 9181-498.933.5
Giro: 9870-429.196.5